เนื้อเพลง Í Tokuni
Í Tokuni - Eivør
Gangi í tokuni
Eina í djúpu kvirruni
Síggi ongar varðar
Burtur allir garðar
Rópi men eingin svarar
Inn ímillum gloppini
I mjørkaklæddu náttini
Hómi eg skuggar
Tykist sum okkurt rørir seg har
Rópi men eingin svarar mær
Vinur vinur sært tú meg
Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
I deyðadjúpu kvirruni
Sást tú gøtuljósini
Lýsa í bygdini
Sást tú hvat tey gjørdu har
Minnist tú hvussu støðan var
Leitaði nakar eftir mær
Vinur vinur sært tú meg
Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
I deyðadjúpu kvirruni
Hevur tú eins og eg
Gingið í tokuni
Burturvilst frá slóðini
Ytst á fjallatromini
Kennir tú hetta einsemið
Vinur vinur skilur tú meg
Veitst tú nakran loyniveg
Hevur tú reikað líka sum eg
I endaleysu óvissuni
Vinur vinur skilur tú meg
Veitst tú ongan loyniveg
Hevur tú reikað líka sum eg
I endaleysu tokuni
เกี่ยวกับเพลงนี้ :
เพลงนี้ถูกปล่อยออกมาในวันที่ 9 ต.ค. 2015, เพลง Í Tokuni จาก Eivør ที่ร่วมกันสร้างสรรค์ท่วงทำนองและเนื้อร้องได้ยอดเยี่ยม
ดาวน์โหลด JOOX Application และ รับฟังเพลง, ชมมิวสิควีดีโอ และอ่านเนื้อเพลง แบบออนไลน์ได้ทุกที่ทุกเวลา
Tags ที่เกี่ยวข้อง :
Í Tokuni (โดย Eivør), Í Tokuni, Í Tokuni มิวสิควีดีโอ, Í Tokuni เนื้อเพลง, Eivør เพลง